Kolossebrævið – Stórleiki Kristusar

kr. 25.00

In stock

SKU: 9789991883601 Categories: , ,

Description

Henda bók er til tín, ið ynskir at kenna Guds Orð betur. Bókin er ein hugleiåing um Kolossebrævið, um hvussu vit í størri mun skulu skilja boðskapin í brævinum. Rithøvundurin ynskir eisini at gera brævið livandi, so vit betur megna at liva eftir boðskapinum, sum Paulus førir fram.

Ofta lesa vit Bíbliuna og skilja ikki heilt boðskapin. Lat hesa bók vera tær ein stuðul, so tú betur kemur at skilja sannleikarnar, sum Gud hevur til tín. Minst tó til, at hetta er bert ein av mongu tulkingunum av Kolossebrævinum. Ver tí í bøn, tá tú lesur brævið við hesi bók sum stuðul. Bið Gud geva tær eina størri mynd av boðskapinum og eitt betri innlit í Kolossebrævið.

Lat boðskapin náa inn til tín, so tú kemur at bera merkið av stórleika Kristusar í tínum lívi!

Tú kanst lesa bókina ígjøgnum, nýta hana saman við húsfólki tínum, í einum bíbliubólki, t.v.s. saman við øðrum, ella tú nýtir hana at sláa upp í, tá tú lesur Kolossebrævið.

Additional information

ISBN

9789991883601

Mál

Føroyskt

Rithøvundur

Rói Norðoy

Síður

104